AVSPÆL
17. sep 2022
Regin Sivertsen

Vit eru føroyameistarar!

Tá nærmasti kappingarneyti ikki fekk stig í kvøld, ber til at staðfesta, at KÍ er føroyameistari 2022

Tað hevur neyvan verið ivamál hjá fleiri, at vit skuldu standa sum føroyameistari, eftir dystin í gjár. Við sigrinum ímóti B68, vóru fortreytirnar at vit skuldi annaðhvørt fáa null stig fyri írestandi dystirnar, og Víkingur vinna allar sínar.

Í kvøld tapti Víkingur á Tórsvølli, tískil er endaliga staðfest, at vit, aftur í ár, kunnu kalla okkum fyri besta liðið í Føroyum. 

Til lukku, til okkum øll, og latið okkum halda á við fantastiska stuðlinum, sum er veittur leikarunum í ár, til tað sum eftir er av kappingini.