

12. sep 2022
Stjørnan fer úr Klaksvíkar Ítróttarfelag
Eykaaðalfundur hevur verið á loftinum í KÍ høllini í kvøld.
Nevndin hjá Stjørnuni hevur sett ynski fram um at fara úr Klaksvíkar Ítróttarfelag, við tí endamáli at stovna sjálvstøðugt felag fyri hondbóltin.
Á aðalfundinum var uppskot lagt fram um at ganga ynskinum á møti soleiðis at Stjørnan verður strikað í viðtøkunum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, og hettar var einmælt samtykt.
Starvsnevndin hjá KÍ ynskir Stjørnuni bestu eydnu við nýggja felagnum.