AVSPÆL
01. sep 2022
Súni Clementsen

UPPTAKT // KÍ - B36

Pingvinirnar úr Gundadali eru gestir, tá 20. dystur í ársins útgávu av Betri Deildini verður leiktur við Djúpumýru.

KÍ og B36 hava spælt tríggjar dystir í ár, har allir eru endaðir við KÍ sigri. Tann fyrsti í Stórsteypadystinum. Hetta er sostatt seinastu ferð at KÍ og B36 møtast í ár, tí B36 eru ikki longur partur av steypakappingini.

B36 reistu seg seinast ímóti NSÍ, eftir at hava tapt fyri EB/Streymi. Tíverri bleiv samtaluevnið flutt yvir á eina heldur óhepna støðu, har B36 skiftir Ragnar Samuelsen inn í 91. minutti. Onki óvanligt er í tí, men júst hendan dagin var Ragnar ikki skrásettur á dómaraseðilinum. B36 vann dystin 2-1 og fær eina bót á 10.000kr fyri hendingina. B36 var eins og KÍ í triðju rundu av UEFA Conference League kappingini, har danska superligaliðið Viborg FF bleiv ein ov stórur biti. Hesin framskundaði dysturin er eitt úrslit av teimum góðu úrslitunum hjá B36 og KÍ í Evropa.

Hjá KÍ hevur hilnast væl eftir at Ballkani sløkti síðstu vónina um eitt evropeiskt bólkaspæl í ár. KÍ hevur síðan tá spælt tríggjar dystir í heimligu kappingini og hevur vunnið allar. Nú 20. dysturin í Betri Deildini er á skránni, hevur KÍ vunnið 18 dystir og leikt ein málleysan javnleik í Gøtu. Men skal KÍ viðlíkahalda 9 stig frástøðuna til Víking, so má KÍ vinna á B36. Ongin ivi er um, at málsetningurin hjá KÍ er greipan, so nú ræður um at halda fast í góðu gongdini í síðsta triðinginum av kappingini.

Hjá KÍ er Heini Vatnsdal leikbannaður til hendan dystin vegna ov mong gul kort.

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 18.30.

Góðan dyst øll somul!