AVSPÆL
29. aug 2022
Regin Sivertsen

Claes Philip Kronberg leingir sáttmálan

Vit fegnast um at kunna kunngera, at Claes Philip Kronberg verður verandi bláur tey komandi tvey árini.

Claes kom til KÍ í fjør, og hevur hann útmerkað seg við framúr fótbóltsdygdum. Fyrsta dystin, hann fekk í KÍ búnanum, var í fjør, har Claes valdi at býta norskan fótbólt um við Betrideildina. 

Claes hevur síðani leikt 41 dystir fyri KÍ, skora fýra mál. 

Mikkjal sigur við ki.fo, at hann er ómetaliga fegin um at Claes heldur fram í KÍ, tí við hansara spælintelligensi, ger hann allar viðleikarnar rundanum seg betri. Á vøllinum, bæði til dyst og venjing, er Claes ein leiðaratypa, sum áhaldandi samskiftir við viðleikarnar, sum fremur ein jaligan virknað á liðfelagarnar.  Eisini sigur Mikkjal, at tað er hugaligt at síggja, at hóast Claes er vorðin 35 ára gamal, so hevur hann framvegis stóra svongd, spælgleði, og áhaldandi er forvitin eftir at læra og betra um spæli hjá sær.

Vit ynskja Claes hjartaliga til lukku við sáttmálanum.