AVSPÆL
24. aug 2022
Rói Clementsen

Fráboðan um eykaaðalfund hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag

Klaksvíkar Ítróttarfelag boðar hervið til eykaaðalfund, sum verður á loftinum mánadagin tann 12. september kl 20:00.

Einans eitt mál er á skránni, og tað er lógarbroytingar.

Allir limir í Klaksvíkar Ítróttarfelag eru hjartaliga vælkomnir. Tað eru tey, ið hava goldið limagjald annaðhvørt sum hvílandi limur ella leikaragjald.

Nýggir limir kunnu tekna seg á staðnum og gjaldast skal kontant ella við gjaldskorti. Gjaldið fyri hvílandi limir er 400 kr. árliga.