AVSPÆL
17. aug 2022
Regin Sivertsen

Evropeiska ævintýrið endaði á Tórsvølli

Tað er einki at ivast í, at vit tíma væl at samanbera okkum við onnur evropeisk lið, og tískil eru dystirnir úti í evropa nakað sum vigar nógv í KÍ leguni. Ein brotssparkskapping skuldi til, fyri at varpa okkum út.

Vit fingu tað torførasta lutakastið, tá ið vit trektu norsku meistarnar úr Bodø/Glimt. Ítróttarliga avbjóðingin tøktist at vera alt ov møtimikil fyri okkum - men fóru KÍ legan avstað við góðum treysti. Venjarar og leikarar vóru greiðir á sínum málið "vit mugu hava eitt úrslit heim við, sum kann gera at vit kunnu fáa ein spennandi dyst". Endaliga úrslitið í Bodø gjørdist eitt greitt 3-0 tap, og vóru vit veruliga noydd at staðfesta, at hetta var eitt óvanliga gott lið.

Men tó so, størsta løtan hjá nógvum av okkum, kom í seinna dystinum, okkara fyrsti dystur í Champions League við Djúpumýrar, har vit máttu sanna, at okkara hetjur á vøllinum góvu okkum eitt framúr fótbóltsupplivilsi, og vinna vit dystin 3-1. Serliga situr eftir, teir lógvabrestir sum rungaðu um vøllin eftir dystin og viðurkenningin frá útlondunum um, at KÍ vann ímóti norsku meistarunum.

Tá ið tað gjørdist greitt, at vit í samlaðu støðuni, máttu lútað fyri Bodø/Glimt, gekk leiðin til Montenegro, har meistaraliðið, Sutjeska, bíðaði. Við góðum verjuspæli, og framúr snildum, megnaði KÍ at halda mótstøðuliðnum frá teimum stóru kjansunum, og fóru vit heimaftur við einum 0-0 javnleiki. Sutjeska var eitt gott lið, so javnleikin í Montenegro tóku vit við okkum, og lagt var upp til enn eitt brak í Klaksvík. 

Í Klaksvík var stórur spenningur undan dystinum. Vit sóu ein bláklæddan bý, og norðingar vóru á einum málið um, at tað skuldi vera veitslurómur í Klaksvík, eftir at dysturin varð bríkslaður av. Páll Klettskarð átti einsamalla málið, og vit komu víðari til triðja umfar. Tvær framúr upplivingar, til evropeiskar dystir í Klaksvík, har vit megnaðu at vinna á norsku meistarunum og meistarunum úr Montenegro.

Í Kosovo bíðaði Ballkani. Tað var líkt til at vit høvdu rent okkum í eitt øgiligt ódnarveður fyrsta tíman. Tá ið 50 minuttir vóru leiktir stóð 3-0 til heimaliðið, og tað sá út til alt var leyst og liðugt. Men KÍ leikarirnir megnaðu at finna stevið í endanum í dystinum, og hálaðu tvey mál inn á Ballkani, undan dystinum á Tórsvølli. 

Ein sigur var eitt krav. Ársins dystur á Tórsvølli bíðaði. Vit droymdu um, at vit kundu vinna okkum víðari luttøku til Play-Off. Tað var líka við, vit taptu eftir brotssparkskapping og mátti viðurkenna ósigurin. Ein beiskur bitið, men tíbetur er ein sjarma í fótbólti, at ein altíð hevur ein møguleika afturat, at gera tað aftur betur næstuferð. 

Taka vit samanum summarið við evropeiskum fótbólti, so mugu vit sanna, at vit eiga heimsins bestu fjepparar. Løtan ímóti Bodø - teir síðstu minuttirnir har vit trýstu fyri at fáa tað fjórða málið ogDjúpumýra kókaði. Og tann løtan, har vit í felag kundi viðurkenna víðari luttøkuna, eftir sigurin ímóti Sutjeska.

Og leikarnir, sum ferð eftir ferð blivu trýstir, bæði sálarliga og likamliga, kundu vísa okkum, at leikarnir sum renna runt í KÍ búnanum eru nakrir risar. 
Hetta ljóðar kanska sum ein endurtøka, men sanniliga eru vit stolt av, at vit hava vunnið á meistarum úr Noregi, Montenegro og Kosovo - men vit vita, at vit kunnu koma longur, og tað ætla vit! 

Koyr á KÍ! 

(mynd: nordlysid.fo)