AVSPÆL
17. aug 2022
Regin Sivertsen

- Vit møta sterkari mótstøðu í morgin

Jens Wedeborg hevur, saman við venjaratoyminum, kannað gjølla mótstøðuna í morgin, tá ið kvinnurnar hjá KÍ skulu møta FC Zürich Frauen í fyrsta dystinum í Champions League.

KÍ ferðalagið hevur havt tvær venjingar í Kýpern, og hava tær vant seg við umstøðurnar í nógva hitanum.

Jens Wedeborg, høvuðsvenjari hjá KÍ kvinnum, sigur, at uppgávan er stór, FC Zürich Frauen er eitt av fremstu liðunum í evropa, og hava tær ein greiðan favorittleiklut undan dystinum. - Vit kunnu vænta, at FC Zürich verður omaná, tá ið talan er um bóltyvirvág. Vit koma at liggja langt afturi á vøllinum, og har mugu allar, frá fremsta leikara, verja sum ein eind, tí hetta liðið, sum vit møta, er á hægri støðið enn hvat vit eru von við. Men vit síggja møguleikar í skjótálopum - og tá ið vit koma til tær støðurnar, so mugu vit vera til reiðar at taka av møguleikanum.

Spurdur um, hvat eitt gott úrslit er í morgin, svarar Jens, at sjálvandi er ein sigur eitt gott úrslit, men vit mugu vera veruleikakend og viðurkenna at vit mugu hugsa um, at vit mugu halda teimum frá at skora nógv mál - men um alt vil væl til, so kunnu vit droyma um eitt hampuligt úrslit, tí hetta er eitt úrvalslið vit møta í morgin.

Vár Jóhannesen fekk ein snudd ímóti B36, tískil er hon ikki tøk til dystin í morgin.

Koyr á KÍ!