

16. aug 2022
Ferðalagið hjá kvinnunum er komið til Kypern
Í gjár settu KÍ kvinnurnar leiðina til Kypern, har liðið skal leika í Champions League - í nátt komu teir til hotellið.
KÍ kvinnurnar hava eina spennandi uppgávu fyri framman, tá liðið skal leika í Champions League har tær skulu møta FC Zürich Frauen í fyrra dystinum í Champions League.
Hini liðini í bólkinum eru Apollon LFC úr Kýpros og SFK Riga úr Letlandi.
Vit ynskja KÍ góða eydnu í hitanum í Kypern.
Koyr á KÍ