AVSPÆL
12. aug 2022
Nevndin

Opið bræv til Fótbóltsambandi um dystarskránna í bestu mansdeildini

Fyrr í vikuni hevur KÍ í samskifti við Fótbóltssambandið og Argja Bóltfelag roynt at útsett dystin við 1 døgni frá nú sunnudegi til mánakvøldið.

Hetta er eftir ráðum frá heilsukønum fakfólki, sigur Tummas Lervig formaður í KÍ.
- Tá tætt er millum dystir við strævnari ferðing, verður mælt til, at tað eru minst fýra samdøgur til næsta dyst. Umframt drúgva ferðing síðstu vikurnar, spældi mansliðið í gjárkvøldið ein javnan og harðan dyst á Tórsvølli í góðar 120 minuttir.

Av royndum vita vit, at stórur vandi er fyri lið- og vøddaskaðum, tá ið leikarar ikki fáa neyðuga hvíld.

Hóast kappingarnevndin hjá FSF í slíkum føri hevur myndugleika til at flyta dystir, vil hon ikki taka ábyrgd og hevur avgjørt, at dysturin bert verður fluttur, um AB og KÍ semjast um tað. Greitt er, at AB gongur ikki ynskinum á møti.

Við hesum vilja vit í KÍ heita á FSF, sum hevur heilsfaklig starvsfólk knýtt at sær, at innheinta og halda seg til ráðgevingina við at áseta nýggjan dystardag. Tað kemur at tæna fótbóltinum, leikarum og eisini landsliðnum.

Vegna Klaksvíkar Ítróttarfelag
Starvsnevndin