AVSPÆL
10. aug 2022
Súni Clementsen

UPPTAKT // KÍ - Ballkani Q3 Conference League

Eftir eitt megnar avrik í Kosovo, er uppgerðin framvegis livandi til dystin í Føroyum.

 Í triðju rundu í evropeisku kappingunum, er tað bara Tórsvøllur, sum er góðkendur leikvøllur í Føroyum. Tí verður Djúpumýra leikvøllurin skiftur út við Tórsvøll, tað sum eftir er av evropeiskum fótbólti í ár.

Í fyrra dystinum, sum varð leiktur í Pristina, møttu vit einum sera effektivum Ballkani liðið, sum førdi 3-0 eftir ein góðan tíma. Klaksvíkingar fullu tó ikki í fátt, og við megnar avriki og flottum spæli, fingu vit minkað um munin tvær ferðir, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 3-2 til meistarin úr Kosovo.

At síggja eitt føroyskt lið berja seg inn aftur í uppgerðina, tá alt sá svart út, er sera jaligt og vísir ein sterkan mentalitet. Tá Páll Klettskarð skoraði tvær ferðir, skeyt hann eisini vónina um víðari luttøku inn í mongu KÍ fjepparirnir, sum eygleiddu dystin hóskvøldið á Summarfestivalinum. Alt er nú opið og skal avgerðast á Tórsvølli.

Odmar Færø fekk eitt óheppið reytt kort beint undan dystarenda í Kosovo. Tað merkir at hann er leikbannaður og tí skal nýggjur maður finnast til miðverjuna.

Samlaði vinnarin av hesari uppgerðini, skal í Playoff runduni møta Shkupi, meistari úr Norðurmakedonia.

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19.

Atgongumerki fáast við at TRÝSTA HER.

Góðan dyst øll somul!

Photo // FC Ballkani