AVSPÆL
04. aug 2022
Regin Sivertsen

Eitt megnaravrik til endans gav KÍ eitt fínt útgangsstøði!

Tað sá út sum at KÍ hevði rent seg í eitt satt ódnarveður í Kosovo í kvøld, men við einum framúr seinna hálvleiki vann KÍ seg tvey mál inn á Ballkani, og er dysturin á Tórsvølli komandi hóskvøld, víðopin.

KÍ ferðalagi kann nú pakka saman í Kosovo við góðum treysti. Tað sá út sum at vit høvdu fingið oyrini í maskinuna, men við frálíkum avrikið í seinna hálvleiki kennist úrslitið í kvøld sum ein sigur. Ballkani vísti seg at vera tekniskt omaná fyrra partin av dystinum, og tóktist tað trupult hjá KÍ leikarunum at finna stevið fyrsta tíman. 

Á KÍ liðnum í dag byrjaðu hesir: Mathias Rosenørn, René Shaki Joensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick da Silva, Jóannes Bjartalíð, Jákup Andreasen, Deni Pavlovic, Mads Mikkelsen, Claes Kronberg og Páll Klettskarð. 

Tað var mikil spenningur undan dystinum í dag. Mikkjal Thomassen greiddi frá, undan fráferðini, at Ballkani var eitt betri lið enn Sutjeska, og tað mugu vit staðfesta. Eftir at útidysturin hjá okkum í Montenegro endaði málleysur, so komu heili fimm mál hendan dystin. 

Ballkani var omaná fyrra partin av dystinum, og tá ið 50 minuttir vóru leiktir, var støðan 3-0 til heimaliðið. KÍ hevði skapt nakrar vandamiklar støður, sum ikki høvdu givið mál. Men so kom Páll. Páll minkaði um munin til 3-1, og nú tøktist, at KÍ liðið var meiri ágangandi, og høvdu funnið eina loysn at spæla seg gjøgnum Kosovobúgvarnar. KÍ liðið var nú meiri direkta í sínum spælstíli, og tað tøktist ikki at hóva Ballkani. 

Men við 3-1, so høvdu KÍ leikarnir ikki hug at steðga her. KÍ fekk eitt fríspark í egnari hálvu, og Árni gjørdi seg til reiðar. Árni fekk eitt upplegg frá líknandi fjarstøðu, ímóti NSÍ á heimavølli. Men hesaferð má hann noyðast við at eiga triðseinasta fót á, tí hann fann, við einari sending uppá 60 metrum, ein blankan Jákup Andreasen, sum smekkaði bóltin flatt innfyri, og har var Páll sum kundi seta fótin á, til endaligu støðuna 3-2. 

Eftir hetta royndi KÍ at koyra á við sama stíl, men tá eitt uppspæl miseydnaðist, royndi Odmar Færø at steðga einum mótálopið. Norski dómarin var eirindarleysur, og gav Odmar reyða kortið.

Eftir situr kenslan, at vit kunnu knógva Ballkani á Tórsvølli - men slík avrik sum í kvøld, at koma afturíaftur eftir 3-0, eru vit errin av, og gleða vit okkum at díkja á okkara menn, komandi hóskvøld.

KOYR Á KÍ.