AVSPÆL
04. aug 2022
Rói Clementsen

Atgongumerkjasølan er byrjað til KÍ - Ballkani

Hóskvøldið tann 11 august skal KÍ spæla seinna dystin í Q3 Conference League

Dysturin er ímóti FC Ballkani úr Kosovo kl. 19.00 á Tórsvølli.

Tað eru gjørdar nakrar prísbroytingar sum skulu lætta um hjá barnafamiljum at koma til dyst. Vit ynskja at síggja so mong sum gjørligt, bæði ung og gomul heppa uppá okkara dreingir tá teir skulu spæla fyri møguleikanum at koma í play-off í UEFA Conference League.

Fyri at samla áskoðararnar, so hava vit valt bert at latið eystaraskýlið upp í fyrstu atløgu.

Fyri bólkarnar í miðuni er prísurin hesin:

Vaksin 215 kr + 10 kr. avgreiðslugjald.
Børn 49 kr + 6 kr. avgreiðslugjald.

Fyri bólkarnar úti í síðunum hava vit gjørt ein enn lægri prís so øll kunnu vera við:

Vaksin 125 kr. + 10 kr. avgreiðslugjald.
Børn 49 kr + 6 kr. avgreiðslugjald.

*Avgreiðslugjald er gjald sum er fyri atgongumerkjaskipanina.

Bólkur 105 er settur av til Bláu Bylgju og tey kunnu ognast við at seta seg í samband við Bláu Bylgju.

Keyp atgongumerki HER.