AVSPÆL
27. jul 2022
Regin Sivertsen

Søguligur KÍ sigur við Djúpumýru!

Páll Klettskarð skoraði einsamalla málið í kvøld, harvið vunnu vit okkum víðari luttøku til triðja umfar, og leiðin gongur til Kosovo!

Í nógva hitanum, var 0-0 í Montenegro eitt gott útgangsstøði. Spenningurin undan dystinum var stórur, og tóktist tað sum um, at KÍ fjepparar gjørdu eyka burturúr til hendan dagin. Býurin var væl klæddur í bláum, og hýrurin kring KÍ er framúr.

Í dystinum í dag byrjaði Mathias Rosenørn í málinum. Verjan varð mannað við Patrik da Silva, Heina Vatnsdal, Odmar Færø og Jesper Brinck. Miðvøllin mannaði Árni Frederiksberg, Jákup Andreasen, Mads Mikkelsen og Claes Kronberg. Jóannes Bjartalíð og Páll Klettskarð vóru fremstir. 

KÍ byrjaði dystin betur, við nógvum avleveringum og tolnum spælið, var bólturin mest á føtrunum á teim bláu. Nakrar støður blivu spentar frammanfyri málið hjá Sutjeska, men bólturin vildi ikki inn. 0-0 til hálvleiks.

Seinna hálva byrjaði eins og fyrra. KÍ liðið trýsti og spældi runt - og tá 60 minuttir vóru leiktir, fekk Árni eitt fríspark úti í høgru. Hann skeyt hart innfyri, og við nakkanum fekk Páll sett bóltin í málið. 1-0 og Djúpamýra kókaði! 

Eftir málið, trýsti Sutjeska meiri frammi á vøllinum. Nakrar spentar støður vórðu, men KÍ verjan hevði stongt málið í dag. Vit fingu tann sigurin vit skuldu hava, við hørðum arbeiði hava teir strítt okkum til sigurs aftur í dag. 

Nú gongur leiðin aftur til heitari lond, har Ballkani bíðar eftir okkum. Fyrsti dysturin er á útivølli. 

Takk fyri stuðulin í dag, í vøkru umstøðunum í Klaksvík, má sannast vit eiga bestu áskoðarafjøld í heiminum! 

Koyr á KÍ!

 

//mynd: in.fo