AVSPÆL
26. jul 2022
Rói Clementsen

Tað verður turt og annars gott veður til dystin

Vit hava hugt eftir veðrinum sum verður til dystin í annaðkvøld kl. 19.

Norska veðurstovan YR.no boðar frá góðum veðri. Tað verður turt við lítið av vindi 5m/s og hitin verður 12 stig.

Alt boðar frá, at vit fáa eitt gott fótbóltskvøld við Djúpumýru í annaðkvøld. Hettar er somuleiðis seinasti UEFA dystur við Djúpumýru í ár, tí koma vit víðari, skulu vit á Tórsvøll at spæla.

Atgongumerki kunnu einans keypast við at trýsta HER.