AVSPÆL
24. jul 2022
Súni Clementsen

Liðskiparin leingir við KÍ!

Jákup Biskupstø Andreasen og KÍ hava longt samstarvið til og við 2024.

Hóast síni einans 24 ár, hevur klaksvíkingurin verið partur av Betri Deildini seinastu 8 árini. Jákup fekk debut tann 1. oktober 2014, tá KÍ vann 3-0 á Skála við Djúpumýru. Síðan tá hevur Jákup tørnað út fyri besta liðið heili 217 ferðir.

Í 2019 gjørdist tann tá einans 20 ára gamli miðvallarin liðskipari, og var fyrsti maður at lyfta FM steypið fyri KÍ síðan pápi hansara lyfti steypið í 1999.

Í seinastuni hevur lokali miðvallarin bitið seg fastan í A-landsliðshópin, og eru vónirnar stórar og bjartar um framtíðina.

Vit ynskja Jákup framhaldandi bestu eydnu í KÍ!