AVSPÆL
20. jul 2022
Regin Sivertsen

Málleysur javnleikur í Montenegro

Alt er púra opið, undan seinna dystinum, ímóti Sutjeska, komandi mikudag.

Liðið sum byrjaði í kvøld var júst tað sama, ið byrjaði ímóti Bodø/Glimt í síðstu viku. Hitin var nógvur í kvøld, men tá sá ikki út til at arga risarnar úr Norðatlantshavinum meiri enn mótstøðuliðið. Okkara menn stríddust allir sum ein, og megnaði Sutjeska ikki at koma fram til nakrar vandamiklar støður.

Teir størru kjansirnar høvdu vit. Eftir frísparksinnlegg frá Jóannes Bjartalíð fær Deni Pavlovic snitta bóltin, og teirra málverji fær meistaraliga bjargað stútaranum út til hornaspark. Páll Klettskarð kemur eisini í eina góða støðu, eftir innlegg úr høgru, men fær ikki ordiliga skallað bóltin sum hann ætlaði. Í endanum av dystinum, 91. minutti, dettur ein bóltur í fóturnar á Jákupi Andreasen, sum smekkar til uttanfyri feltið, men ólukkutíð endar bólturin á tvørtrænum.

Eftir málmøguleikunum at døma, kundi KÍ havt skorað mál, men í nógva hitanum taka vit nokk ein javnleik heim við góðum treysti, og gleða okkum at bjóða Sutjeska til Klaksvíkar, 27. Juli.

René S. Joensen noyddist tíverri av vøllinum við skaða - Odmar Færø kom inn fyri René. Jóannes Kalsø Danielsen kom eisini inn, umframt Anders Holvad og Árni Frederiksberg.

Vit vóna at síggja ein vælmannaðan leikvøll við Djúpumýru, sum heppa á okkara hetjur.

Koyr á KÍ