AVSPÆL
18. jul 2022
Rói Clementsen

Atgongumerkjasølan byrjar kl. 17 í dag

Tað var ein heilt stór løta við Djúpumýru, tá KÍ vann á norsku meistarunum úr Bodø Glimt í vikuni. Nú skulu okkara dreingir aftur spæla evropeiskan dyst, hesaferð í UEFA Conference League kappingini.

Mikudagin tann 27. juli verður Conference League dystur millum KÍ og meistararnar úr Montenegro, FK Sutjeska við Djúpumýru. Sutjeska heldur til í næststórsta býnum Nikšić, ið liggur ein tíma frá høvuðsstaðnum Podgorica. Tað búgva 57.000 fólk í býnum sum er nakað tað sama sum fólkatalið i Føroyum.

FK Sutjeska hevur spælt 29 evropeiskar dystir og harav vunnið 3 og 10 javnleikir. Seinasta kappingarár kom Sutjeska til aðru rundu í Conference League har teir fóru út eftir 1-3 ósigri fyri Maccabi Tel Aviv úr ísrael.

Lagt verður upp til enn eitt stórt og spennandi fóltbóltskvøld í Klaksvík, har KÍ kann vinna seg víðari til triðju rundu í Conferance League. Um tað eydnast so eru tvey umfør eftir til bólkaspælið.

Atgongumerkjasølan, sum verður online, byrjar í dag mánadag 18. juli kl. 17.00.

Keyp atgongumerki HER.