AVSPÆL
14. jul 2022
Regin Sivertsen

Ein tøkk til Hotel Klaksvík!

KÍ takkar hjartaliga fyri gestablídni og góðviljan frá Sjómansheiminum.

Ein týðandi partur av fyrireikingini til dystir, er, at leikarirnir eru væl fyri. Bæði tá ið talan er um góðan kost og annars umstøður til fyrireiking av dystinum. 

Vit hava altíð verið vælkomnin niðan á Sjómansheimi, tá ið vit hava havt tørv á tí - og onki undantak var í gjár, áðrenn dystin ímóti Bodø/Glimt. 

Vit vilja hervið tí takka Hotel Klaksvík, fyri at tit hjálpa okkum at geva okkum góðar fortreytir til dystirnar, við máltíðum og hølum til leikarar og venjarar.

Koyr á KÍ