

KÍ vann ein uppibornan sigur á norsku meistarunum!
Ein sera spennandi uppgerð í Klaksvík í kvøld, har KÍ skuldi hevna greiða tapið fyrra dystin, ímóti Bodø/Glimt. KÍ reisti seg, og vísti framúr fótbóltsspæl, og høvdu uppiborið sigurin.
Hóast ein greiðan 3-1 sigur á norsku meistarunum, so var kenslan undarlig tá ið dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Vit vóru ómetaliga nær við, at fáa dystin yvir í longda leiktíð, og vísti okkara leikarar, at teir væl og virðiliga kundi spæla upp ímóti Bodø/Glimt.
KÍ legði bragliga fyri og komu til fleiri støður. Fyrsta málið varð skora eftir samanspæl úr høgru, har Claes Kronberg finnur ein púra leysan Mads B. Mikkelsen, sum hegnisliga fluktar bóltin í netið. 1-0 til KÍ. Fáar minuttir seinni fáa vit eitt horna, eisini eftir uppspæl úr høgru, har Jákup B. Andreasen skorar til 2-0. Sensatiónin lúrdi og KÍ áskoðarnir fylgdu í spenningi eftir leikinum - satt at siga, var kvirt eina góða løtu, har spenningurin var í hásæti.
Hálvleiksstøðan varð 2-0 til okkum - og leikarirnir fóru til eina væltrongda hvíld. Fantastiskur fyrri hálvleikur.
Sum seinni hálvleikur leið, byrjaðu vit at trúgva at vit gott kundi fingið triðja málið. Leikarnir vóru framúr, og uppleggi sýntist at virka. Men burturúr ongum, veittrar hjálpardómarin.. Brotsspark til Bodø/Glimt, og teir skora til 2-1. Bodø/Glimt hevði frammanundan havt eina skotroynd, sum fór omanfyri málið, so hetta var sum at fáa ein vátan vøtt á andlitið.
Spælið gekk síðani aftur og fram, men tá ið fimm minuttir vóru eftir at leika, ernaðist KÍ fjøldin. Jákup B. Andreasen við sínum seinna málið, eftir hornaspark úr vinstru og Djúpumýra á gosið!
Tað gekk tó ikki at fáa longda leiktíð, og tað vænta vit at teir í Bodø/Glimt eru fegnir um, tí um væl vildi til, so var tað ikki óhugsandi. Samstundis eiga vit at geva KÍ ómetaliga stórt rós fyri innsatsin í kvøld. Ein sigur í Champions League ímóti Bodø/Glimt, tað kunnu vit hóast alt fegnast um, hóast vit nú blivu varpaðir út úr kappingini.
Takk fyri stuðulin, og nú herja vit á í Conference League.
Koyr á KÍ
Mynd: portal.fo // Sverri Egholm