

13. jul 2022
Seinasta freist at keypa atgongumerki
Sølan av atgongumerkjum steingir kl. 16 í dag.
Um tú ynskir at uppliva fyrsta Champions League dystin við Djúpumýru so er at ogna sær eitt atgongumerki innan kl. 16 í dag.
Dysturin ímillum norskumeistararnar Bodø Glimt og KÍ verður bríkslaður í gongd kl. 18 í kvøld. Veðri verður gott og turt, so lagt er upp til eitt stórt fótbóltskvøld í Klaksvík.
Dyrnar lata upp kl. 16.30.
Tað verður eingin søla við dyrnar. Øll atgongumerki skulu keypast umvegis okkara online skipan.