AVSPÆL
12. jul 2022
Rói Clementsen

Dysturin er útsettur til í annaðkvøld

Ferðalagið hjá Bodø/Glimt hevur havt trupulleikar við at ferðast til Føroyar vegna veður. Tey skuldu eftir ætlan koma til Føroya í gjáramorgunin.

Bodø/Glimt koma til Føroyar kl. 15.00 í dag, og tað ger at vit ikki kunnu spæla dystin í kvøld kl. 19.

Kl. 11 var fundur í millum UEFA, Bodø/Glimt og KÍ har ein felags avgerð var tikin um, at spæla dystin við Djúpumýru mikukvøldið kl. 18.00.

Atgongumerki sum eru keypt til dystin eru enn galdandi. Um tú ikki hevur keypt atgongumerki enn so er ikki ov seint at keypa HER.

Vit síggjast við Djúpumýru mikukvøldið 13/07 til Champions League dyst!