

Sveisisk mótstøða hjá KÍ Kvinnunum í Champions League
Champions league lutakast hevur verið í dag‚ og KÍ kvinnurnar skulu til Kypros at spæla 1. bólkaspælið.
Spenningurin var stórur í UEFA høvuðsborgini‚ tá lutakast um fyrstu kvalifikatións-runduna fyri kvinnur varð avgreiddur í dag.
Fyrsta kvalifikatións-rundan verður avgreidd við hálvfinalum og finalu. Tapandi liðini spæla um 3. plássið í bólkinum.
Vinnarin av bólkinum fer víðari til 2. kvalifikatións-rundu.
KÍ-kvinnurnar møta Sveisisku meistarunum‚ FC Zürich í hálvfinaluni‚ sum verður spæld 18. august. 21. augurs møta KÍ-kvinnurnar antin Kypriotisku meistarunum‚ Apollon Ladies FC‚ ella møta vælleikandi KÍ-kvinnurnar Lettisku meistarunum‚ SFK Riga.
Dystirnir verða sum sagt leiktir í Kypros.
Vit ynskja KÍ-kvinnunum góða ferð og bestu eydnu.
Koyr á KÍ