AVSPÆL
17. jun 2022
Jonas Nielsen

Offensiv talent til KÍ kvinnur

U19 landsliðsspælarin Maria Vinjardsdóttir Johansen skriftir til KÍ kvinnur.

Tann 17 árar gamli offensivspælarin skifti í gjár til KÍ frá NSÍ.

“Maria er ein sera spennandi spælari at fáa í okkara hóp,” sigur høvuðsvenjarin Jens Wedeborg. “Hon er sera pliktuppfyllandi og er fallin sera væl til í okkara venjingar umhvørvið, har hon venur seriøslt og við ágrýtni. Maria er ein tekniskt dunaligur leikari, sum kann spæla á fleiri av teimun offensivu plássunum, so hennara skifti økir um kappingina um plássini.

Maria hevur vant við KÍ seinasta mánaðin, men kundi ikki skifta felag fyrr enn mikudagin, tá flytingarvindeygað opnaði.

“Eg eri sera glað fyri skiftið til KÍ,” fortelur Maria. “Gentirnar hava tikið sera væl ímótið mær, so eg eri fallin væl til. Eg hevði brúk fyri nýggjum avbjóðingum, og eri glað fyri hendan møguleikan. Fjølbroytni og intensiteturin í venjingunum her, er motiverandi og tað verður gott fyri mína menning. Tað er eisini spennandi við møguleikanum at sleppa við til Champions League í august,” endar Maria.

Maria fekk longu sínar fyrstu minnuttir mikukvøldið í 2-1 sigrið á Víkingi.