AVSPÆL
12. jun 2022
Regin Sivertsen

KÍ leikarar høvdu týðandi leiklut í sigrinum hjá landsliðnum

Hugaligt at síggja mangir KÍ leikarar í leiki fyri landsliðið - sum í gjár megnaðu at fáa trý stig.

Nógv kend andlit í leiki, tá ið Føroyar vann sín fyrsta sigur í bólki C. Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen og Odmar Færø byrjaðu inni. Ímeðan Heini Vatnsdal kom inn eftir 25 minuttir. Mads B. Mikkelsen kom ikki inn.

Eftir lítla løtu kom Føroyar afturum 0-1, men megnaðu at venda dystinum og vinna 2-1 á Litava. Fyrsta málið kom eftir eitt framúr innlegg frá Jóannes Bjartalíð inn til Klæmint A. Olsen, sum blívur feldur í støðuni. Brotssparkið setur Viljormur Davidsen trygt í netið.

Men stóra løtan kom í endanum á fyrra hálvleiki. Bólturin er úti á vinstru síðu, har Meinhard E. Olsen reikar ímóti trimum Litavum, og hegnisliga spælir aftur til Jákup B. Andreasen. Jákup smekkar til við vinstra beininum, og bólturin fer umvegis stongina í málið. Eitt tað flottasta málið ið er skotið fyri landsliðið!

Hjartaliga til lukku, Føroyar! 
Nøkur onnur kend KÍ andlit vóru eisini við í gjár. Patrik Johannesen spældi ein framúr dyst, og Hørður Askham noyddist at geva skarvin yvir, eftir eina løtu, har ein skaði ger um seg.

 

(mynd frá portal.fo)