AVSPÆL
10. jun 2022
Súni Clementsen

Danskur áleypari til KÍ!

Anders Holvad hevur undirskrivað sáttmála við KÍ

Skjótt 32 ára gamli danin skal styrkja um áleypspartin hjá KÍ fram til kappingarenda í 2023.

Anders Holvad kemur til úr FC Fredericia í næstbestu donsku deildini, har hann hevur verið síðan 2017. Hann hevur leikt 153 dystir í 1. division og 11 í donsku superliguni.

187cm høgi áleyparin kemur til Klaksvíkar týsdagin.

Vit ynskja Anders hjartaliga vælkomnan og bestu eydnu í KÍ!