AVSPÆL
27. mai 2022
Rói Clementsen

Silas Gaard undirskrivað sáttmála við KÍ

18 ára gamli Silas Ólavsson Gaard hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála við KÍ.

Silas er uppvaksin í KÍ og spældi á 1. deildar liðnum á fyrsta sinni í fjør. Í ár hevur hann verið fastur maður í 1. deild, samstundis sum hann hevur vant undir Mikkjali í Betri hópinum.

Tá KÍ tók ímóti ÍF í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, fekk Silas sín fyrsta dyst fyri besta liðið, tá hann kom inn í 93' min.

Silas gerst nú fastur partur av Betri hópinum restina av kappingarárinum.

Vit ynskja Silasi bestu eydnu.