AVSPÆL
26. mai 2022
Súni Clementsen

Vælkomin á norðoyastevnu!

Í ársins útgávu av norðoyastevnudystinum eru gestirnir úr EB/Streymi.

EB/Streymur liggja trygd á einum flottum 5. plássi við 17 stigum. Kappingarbyrjanin hevur verið góð, við fáum undantøkum, har serliga sigurin ímóti Víkingi skal nevnast. Stóru útsvingini hjá EB/Streymi síggjast tó aftur í tveimum stórtapum fyri B36. Í málinum hava sundalagsmenn fingið stóran styrk í fyrrverandi KÍ málverjanum, Kristian Joensen. Kristian hevur staðið avbera væl og eru tað fleiri sum stóðu spyrjandi, tá Kristian ikki fekk eitt pláss á A-landsliðinum, sum var úttikið mánadagin.

KÍ fekk, fyri fyrstu ferð í ár, ikki fulla úrtøku síðsta vikuskifti, tá KÍ og Víkingur spældu javnleik 0-0 í Sarpugerði. Hetta merkir at KÍ framvegis liggur á odda við 6 stigum niður til Víking. Klaksvíkingar eru óivað svangir eftir at reisa seg og vinna dagsins stevnudyst.

Seinast liðini møttust, var í 2-0 sigrinum hjá KÍ í triðja umfari.

Lagt er upp til ein spennandi stevnudyst, har steyp verður handað eftir dystarlok ið er latið av Klaksvíkar Kommunu.

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19.

Góðan dyst og góða norðoyastevnu øll somul!