AVSPÆL
23. mai 2022
Regin Sivertsen

U20 landsliðsvenjaratoymið á gátt hjá KÍ

Í farnu viku høvdu vit vitjan av U20 landsliðsvenjaratoyminum í mannfólkahondbólti. Teir hava vakt miklan ans í seinastuni, og eru teir í gongd við at fyrireika seg til spennandi uppgávuna í summar, har teir skulu spæla endaspæl.

U20 landsliðsvenjaratoymið var í farnu viku á vitjan hjá Mikkjali. Sum liður í teirra fyrireiking til endaspælið í summar, var eitt av punktunum, at teir fegnir vildu koma framvið til eitt prát og síggja, hvussu vit í KÍ fyrireika okkum til eitt kappingarár, og hvussu ein gerandisdagur er hjá okkum. 

Á hesari vitjanini var helst mest orka lagt í mentala partin. Julian Johansen sigur við ki.fo, at ein kann samanbera KÍ og U20 landsliðið á tann hátt, at vit kappast bæði heima í Føroyum, men leggja eisini nógva orku í tær evropeisku kappingarnar, sum vit kappast í. 

KÍ takkar Mark, Juliani og Jensi fyri vitjanina, og ynskja tykkum alt tað besta til ta spennandi kappingina, sum er í summar.