AVSPÆL
12. mai 2022
Rói Clementsen

KÍ-kvinnurnar vertur fyri UEFA ferðalagi

Døgunum 8.-12. mai er FSF vertur fyri "UEFA Share group". 50 fólk úr 10 ymiskum londum eru á vitjan.

UEFA Share ráðstevnan er um kvinnufótbólt. Týsdagin var ferðalagið á vitjan í Klaksvík‚ har tey vórðu kunnaði um innihaldið og gerandisdagin hjá kvinnuligu leikarunum í KÍ. Akademi-leiðarin‚ Jonas Nielsen var rundtúr á stadion við ferðalagnum og vísti teimum kringumstøðurnar‚ áðrenn Tummas Lervig‚ formaðurin bjóðaði vælkomin inni í blái stovu. Síðan hevði Heri Ellingsgaard‚ fyrrverandi nevndarlimur‚ eitt upplegg um søguna handan kvinnufótbóltin í KÍ.

Ragna Patawary og Rannvá Andreasen‚ ið hava leikt á KÍ-liðinum síðani 1995‚ greiddu frá‚ hvussu søguliga gongdin byrjaði‚ har kvinnurnar millum annað sjálvar savnaðu pening til at luttaka í Champions League. Tær greiddu frá um Guinness World Record, o.s.fr.

Eftir stuttan steðg greiddi Jonas ferðalagnum frá‚ hvussu KÍ gentu- og kvinnudeildini virkar undir akademinum í dag. Sanna Svarvadal og Birita Ryan, báðar landsliðsleikarar‚ greiddu frá um frambrotið í kvinnufótbóltinum síðstu tíðina. Umstøðurnar við stásiligum umklæðingarrúmi‚ størri venjara-trupp‚ har høvuðsvenjarin er fulla tíð‚ og at kvinnurnar í dag venja munandi meir‚ eins og kostur og styrkisvenjing nú eru ein integreraður partur av kvinnu liðinum.

Vitjanin endaði við at ferðalagið eygleiddi venjingina hjá kvinnunum‚ áðrenn farið var í bussin‚ og tey takkaðu fyri seg. Ein mennandi vitjan fyri bæði tey vitjandi‚ eins og fyri okkum sum felag.

Tey vitjandi vóru úr Spania, Bulgaria, Belgia, Portugal, Norðurírland, Estland, Liktinstein, Norðurmakedonia og Slovenia.