

11. mai 2022
Politiskir risar á vitjan hjá KÍ
Fyrrverandi toppar í føroyskum politikki, Poul Michelsen og Jógvan við Keldu løgdu leiðina framvið okkara snotuliga fótbóltsumhvørvi.
Tað er eingin loyna, at Poul Michelsen er ein íðin HB fjeppari, men lagið var øgiliga gott, tá Jógvan við Keldu og Mikkjal Thomassen hittust við morgunmatarborðið saman við Poul.
Vit vóru framvið við myndatólinum og heilsaðu uppá - og fylgdu teimum. Jórun Jacobsen hevði eisini stundir til at heilsa uppá.
KÍ takkar fyri vitjanina, og tit skulu altíð vera vælkomnir framvið aftur.