AVSPÆL
09. mai 2022
Súni Clementsen

Páll heldur fram!

Okkara Páll Andrasson Klettskarð hevur gjørt nýggja avtalu við KÍ, sum bindur toppskjúttan til og við 2024.

Páll var valdur besti spælari í deildini fyri apríl mánað og er einsamallur toppskjútti í Betri Deildini við 9 málum.

Skjótt 32 ára gamli klaksvíkingurin er søguligur áleypari í KÍ. Ongin hevur skorað fleiri mál í kongabláa búnanum.
Á toppskjúttalistanum fyri bestu deildina sum heild hevur Páll júst sett seg á 2. plássið.

Vit ynskja okkara 9’ara tillukku við sáttmálanum og bestu eydnu!