AVSPÆL
06. mai 2022
Súni Clementsen

Ársins fyrsti klassikari!

Arvafíggindarnir úr HB vitja KÍ í uppgerðini sum er kend sum klassikarin í føroyskum fótbólti.

Undan kappingarárinum var lítil ivi um, at HB er størsti avbjóðarin til KÍ um FM heitið. Tað hevur tó ikki gingið heilt eftir vild hjá havnarmonnum, sum eftir 8 umfør hava vunnið 4 dystir. HB liggur undan 9. umfari á einum 3. plássi við 15 stigum, heili 9 stig frá oddaliðnum KÍ. Farna vikuskifti tók HB ímóti 07 Vestur í Gundadali, har liðini leiktu javnt. Merkisvert var, at eftir dystin fekk liðformaðurin og landsliðsmálverjin, Teitur Matras Gestsson, reytt kort og er harvið leikbannaður til dystin móti KÍ.

Hjá KÍ hevur ongin slingur verið í valsinum. Við 8 sigrum av 8 møguligum hevur KÍ lagt sjógv niður til nærmastu kappingarneytarnir. Merkisvert er, at KÍ hava skorað heili 25 mál og einans latið eitt mál inn í fyrstu 8 dystunum.

Eingin ivi er um, at stigatalvan verður sett til viks, tá arvafíggindarnir møtast í klassikarinum. Her er talan um dyst millum Havnina og Klaksvíkina, sum merkir meira enn 3 stig á talvuna. HB var einasta lið, sum megnaði at vinna á KÍ í fjør, sum einans taptu ein dyst.

Lagt er upp til eitt brak, sum verður bríkslað í gongd kl. 15.

Góðan dyst øll somul!