AVSPÆL
03. mai 2022
Rói Clementsen

Odmar tekur trý ár afturat

Sterki landsliðsmiðverjin, Odmar Færø hevur skrivað undir trý ára sáttmála við KÍ.

Odmar Færø, sum við kønari hond hevur stýrt verjuni hjá KÍ síðani 2020, tekur trý ár afturat á liðnum.

Hann kom til Klaksvíkar undan kappingarárinum 2020 og hevur spælt 65 dystir í kongabláa búnanum.

Eg vildi ikki, at tíðin í KÍ skuldi fáa ein enda. - Odmar Færø

Odmar hevur skorað tilsamans átta mál fyri KÍ - sjey í Betrideildini og eitt í søguliga Conference League dystinum móti Rigas FS við Djúpumýru í 2021.

Odmar er í sínum besta formi og hevur ongantíð verið so góður sum nú. - Mikkjal Thomassen

Sáttmálin er galdandi til og við 2025.

Vit ynskja Odmari framhaldandi bestu eydnu í KÍ.