AVSPÆL
29. apr 2022
Rói Clementsen

Nú ber til at keypa atgongumerki við gjaldskorti

Hóast gjaldskort ikki er nýggj tøkni so hevur tað ikki verið møguligt at keypa atgongumerki til KÍ dystir við Djúpumýru og gjalda við gjaldskorti.

Men nú KÍ hevur ognað sær tríggjar gjaldsterminalar, sum koma at vera við inngongdina við Bøgøtu, sum dekkar Bøgøtu og Bláa skýlið, og við báðar endarnar av gamla skýlinum. Sí tekning:

Tó so fara vit at minna á at kaffi og annað leskiligt kann keypast frá kaffidamunum, men bert við reiðum peningi.

KÍ handilin letur framyvir upp 30 min undan hvørjum heimadysti og har kann eisini gjaldast við gjaldskorti.

Dysturin KÍ - Víkingur verður leygardagin kl. 18.30 við Djúpumýru.