AVSPÆL
28. mar 2022
Akademiið

Nú byrjar KÍ-yngst, árgangur 2016-2018 við venjingum “Bóltur og rørsla”

Hetta eru venjingar, har foreldur og børn (3-5 ár) við spæli fokusera á motorik, gleði og hugna í góðari samveru.

Vit veita vissu fyri, at tit - tú og barn títt - fara at elska hetta.

Vit síggjast mikudagin á vøllinum við KÍ-høllina. Eingi krøv eru til venjingarbúna ella fótbúna, men minnist til vatnfløsku, tí møguliga blíva børnini tyst av øllum rørslunum og spølunum, ið vit skipa fyri.

Vit gleða okkum sera nógv til at spæla, hugna og flenna saman við tykkum.

G.G.: Gevið boðini endiliga víðari í barnagørðum og sigið vinum og kenningum frá hesum, so vit verða enn fleiri glað foreldur og børn í felagsskapinum.

“Bóltur og rørsla” verða hvønn mikudag kl. 16.30-17.30

Aðrar venjingartíðir hjá børnum í KÍ:

  • Árgangur 2013-2015, dreingir - mánadag og mikudag kl. 16.30-17.30 
  • Árgangur 2013-2015, gentur - týsdag og hósdag kl. 14.30-15.30