AVSPÆL
18. mar 2022
Rói Clementsen

KÍ-gentur við u17-landsliðnum í Ísrael

Síðstu 10 dagarnar hevur føroyska u17-gentulandsliðið verið í Ísrael, har tær hava leikt tríggjar dystur í UEFA-league B-bólkaspælinum.

Pauli Poulsen hevði tríggir KÍ-leikarar við í hópinum, verjuleikararnar, Vár Johannesen og Jórun Najma Patawary og miðvallaran Jancy Mohr.

Føroyska u-landsliðið fekk 1 stig í síðsta dystinum móti Luksemborg, ið endaði 0-0. Fyrru dystirnar tapti landsliðið 0-2 og 0-3 móti ávikavist vertstjóðini Ísrael og NorðurÍrland.

Tá vit fingu orðið á KÍ-leikararnar segði Jancy: "Eg haldi, tað hevur verið ein læruríkur túrur. Eg føli, at eg læri nakað hvørja ferð, eg eri við landsliðinum, tí vit verða trýstar bæði fysiskt og tekniskt, so hvør dystur er ein avbjóðing, og tað dámar mær sera væl". Jórun tekur undir við Jancy "Ja, tað er stuttligt og hart, tí tað er hægri tempo í dystunum, enn vit eru vanar við.

Jórun og Vár spældu fulla tíð í teimum trimum dystunum, og Jancy spældi 2,5 dyst.

Afturat avbjóðandi dystunum, ið leikararnir hava leikt á túrinum, so hevur túrurin eisini verið ríkaður við øðrum upplivingum. Tær hava svomið í Deyðahavinum, vitja Jerúsalem, vitja Oljufjallið, Grátimúrin og kirkjuna í Golgata.