AVSPÆL
02. mar 2022
Rói Clementsen

KÍ-kvinnurnar vunnu fyrsta steypið í ár

Týskvøldið spældi KÍ-kvinnurnar finalu í VFF-kappingini á Djúpumýru, tá tær tóku ímóti B36.

VFF-kappingin er ein undankapping, ið síðstu árini hevur verið brúkt sum fyrireiking til kappingarárið. KÍ var í bólki við trimum øðrum liðum. KÍ vann 5-0 móti 07-vestur, og leygardagin vann KÍ 3-0 móti HB. Dysturin móti EB/Streymur/Skála varð tíanverri ikki spældur, og KÍ vann tí uttan dyst.

Sostatt var finala týskvøldið móti B36, ið gjørdist vinnari í hinum bólkinum. Úrslitið gjørdist 4-0 til KÍ. Hervør Olsen skoraði tvey mál, meðan Tóra Mohr og Malena Olsen skoraðu hvørsítt.

Næsti dystur hjá KÍ-kvinnunum er stórsteypadysturin 12. mars á Tórsvølli móti steypavinnaranum NSÍ.

Betrideildin hjá kvinnunum byrjar í næstum, og fyrsti dysturin hjá KÍ verður á heimavølli 22. mars, tá KÍ tekur ímóti B36