AVSPÆL
17. feb 2022
Rói Clementsen

KÍ væl umboðað til U15 úrvalsvenjing

Mikudagin var fyrsta úrvalsvenjingin fyri árgangin 2008 og 2009. FSF velur út leikarar í tøttum samstarvi við feløgini. 24 gentur 24 dreingir‚ ið skarða framúr í løtumyndini‚ í landnyrðings Føroyum‚ møta til venjing á Toftum og í Havn.

KÍ var væl umboðað við 5 gentum og 4 dreingjum‚ har John Ziska og Kára Sigurðsson vóru við‚ hóast tey eru yngri.

Komandi úrvalsvenjingar vera hvønn mikudag‚ men leikararnir vera støðismettir 3. ella 4. hvørja venjing‚ har hugburður‚ uppmøting v.m. vera vigað.

Í fyrstu venjingini var dentur lagdur á grundtekniskar førleikar‚ orientering og umstillingar í spæli. KÍ leikararnir komu væl nøgdir av vøllinum og har allir vístu góðan hugburð og hvør dugur er í teimum.

KÍ leikararnir í luttóku vóru‚ frá vinstru til høgru:

John Ziska Joensen (2009), Rói Niclassen, Hóri Klakkstein, Páll Múller, Kára Sigurðsson (2009), Elisabeth Norðoy, Karla Sjóstein, Ranja Joensen og Margreta í Buð.