

30. jan 2022
Oddur Olsen gevst í KÍ
Hevur ein gingið fram við Djúpumýru síðstu mongu árini‚ hevur Oddur Olsen sum oftast verið partur av myndini.
Oddur varð fyrstu ferð skrásettur sum venjari hjá KÍ í 2007‚ har hann vandi 2. deild menn. Í 2014 stóð Oddur á odda fyri 1. deild monnum‚ og tað gjørdi hann eisini 2015, 2017 og seinast í 2021.
Í 2018 tók Oddur við starvi sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum‚ og hevur hann gjørt eitt megnar arbeiði fyri ungdómsfótbóltin‚ sum eisini var grundarsteinurin‚ tá KÍ í 2021 valdi at seta eitt fótbóltsakademi á stovn.
Í akademinum hevur Oddur røkt uppgávuna sum høvuðsvenjari á dreingjasíðuni.
Vit í KÍ takka Oddi fyri tíðina í felagnum og ynskja honum bestu eydnu við komandi avbjóðingum, og vóna vit at síggja Odd aftur í KÍ í framtíðini.