

30. jan 2022
Kaffikonurnar latið KÍ pening
Mong munnu kenna tær, kaffikonurnar við gulum jakkum sum til hvønn heimadyst selja kaffi við Djúpumýru.
Aftur í ár hevur korona ávirkað nógv, har dystir hava verið spældir heilt uttan áskoðarar og í onkrum førum avmarkaða atgongd.
Men tær hava verið raskar og hava handað KÍ 82.000 kr.
Stóra takk fyri tykkara megnar arbeiði, sum er við til at gleða mong fólk kring vøllin.