AVSPÆL
10. jan 2022
Rói Clementsen

Gullveitslan 2021 er avlýst

Nú er greitt, at stóra gullveitslan hjá føroyameistarunum í Betrideildini hjá monnum og kvinnum verður av ongum. Nevndin í KÍ hevur gjørt av at avlýsa veitsluna, vegna koronustøðuna.

Stóra gullveitslan hjá KÍ, sum skuldi vera í fjør og er vorðin útsett tvær ferðir, er nú endaliga avlýst. Tað hevur nevndin í KÍ gjørt av, nú koronustøðan í Føroyum framvegis ikki er batnað so mikið nógv, at tað er ráðiligt at halda veitsluna.

Upprunaliga skuldi veitslan haldast 30. oktober 2021, tá landskappingin hjá monnum var av, men tá varð hon útsett tríggjar vikur. Í november varð veitslan aftur útsett til 29. januar í ár, og nú smáar tríggjar vikur eru, til hon skuldi haldast, er veitslan endaliga avlýst.

- Orsøkin til, at vit hava tikið hesa avgerð er enn sum áður koronustøðan í landinum. Vit meta ikki, at tað er ráðiligt at savna so mong fólk, sum støðan er í løtuni, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, sum harmast stórliga um støðuna. Hann leggur afturat, at nú er so mikið langt útliðið, at tað ber ikki til at útseta veitsluna enn eina ferð.

Pengarnar aftur

Fleiri hundrað fólk hava teknað seg til veitsluna og goldið atgongumerki, og tey fáa pengarnar aftur, upplýsir nevndin í KÍ.

Tað er óneyðugt hjá fólki at gera nakað sjálvi, tí innan fyri nakrar dagar verða pengarnir fluttir aftur á tað kortið, sum goldið var við.