AVSPÆL
03. jan 2022
Rói Clementsen

Nýggjur akademileiðari

Seinasta árið hava vit havt eitt akademi, sum hevur til endamáls at menna leikarar okkara og fáa ungdómsdeildina uppá eitt hægri støði enn áður.

Akademiið hevur verið ein sólskinsøga og hevur veruliga lagt nýggjar lunnar undir menning av okkara ungdómsdeild.

Akademileiðarin seinasta ár, Glenn Ståhl, hevur orsakað av familjuorsøkum valt ikki at halda fram og vilja vit takka honum fyri hansara frálíka arbeiði og ynskja honum blíðan byrð í framtíðini.

Nýggi leiðarin eitur Jonas Nielsen og er 38 ára gamal og er dani. Hann hevur UEFA A-venjara útbúgving. Jonas hevur seinastu árini havt ábyrgdina av talentmenningini hjá Slagelse og hevur áður vant nógv ungdómslið fyri ymisk feløg í Danmark. Avtalan er galdandi fyri tvey ár.

Í stuttari viðmerking sigur Jonas, at hann gleðir seg at koma til eitt nýtt land og nýggjar avbjóðingar og gleðir seg at innføra síni hugskot fyri at lyfta og menna fótbóltin í Klaksvík.

Vit í KÍ fegnast um, at Jonas hevur valt at taka við avbjóðingini og eru vit ikki í iva um, at hann er mentur at taka sær av hesi uppgávu.