AVSPÆL
29. des 2021
Rói Clementsen

Mads Boe Mikkelsen verður KÍ-ari í 2022

22 ára gamli Mads Boe Mikkelsen er ein sera evnaríkur leikari, sum hevur umboðað Danmark á U17 landsliðnum og hevur umboðað Føroyar á U21 landsliðnum.

Harumframt hevur hann spælt fýra Superliga-dystir fyri Vendsyssel, eins og hann eisini hevur spælt í donsku 1. deild. Mads var partur av AGF, har hann spældi sum ungdómsleikari, áðrenn hann skifti til Vendsyssel.

Mads, sum hevur føroyska mammu, flutti til HB á sumri 2020 fram til kappingarenda í 2021.

Sum leikari er Mads tekniskur, driblisterkur og ómetaliga skjótur. Hann dugir sera væl at seta viðleikarar í góðar støður og er sera vandamikil ein móti einum í álopsstøðu.

Mads er vongur sum kann spæla í báðum síðum. Hann hevur eisini royndir sum bakkur og sum álopskendur miðvallari.

Mads hevur havt tilboð úr m.a. Danmark, men hevur valt KÍ, tí at felagið hevur eitt professionelt umhvørvi, er í stórari menning og hevur høgar ambitiónir.

Vit ynskja Mads vælkomnan til Klaksvíkar.