26. nov 2021
Landsliðsleikari longir við KÍ
Sum 16 ára gamal byrjaði verjuleikarin at venja við besta mansliðnum og var við frá byrjan fyrstu ferð ímóti AB í 30. september 2018.
Síðan tá hevur Børge Petersen, sambært Comet-skipanini hjá FSF, verið 62 ferðir á dómaraseðlanum hjá KÍ í bestu mansdeildini. Fyrsta málið fekk hann í 24. umfari í Fløtugerði í ár.
Í landsliðshøpi hevur Børge verið partur av U17-landsliðnum og hevur í ár bitið seg fastan á U21 landsliðið hjá Sámal Eriki Hentze.
KÍ roknar Børge Petersen fyri at vera ein av framtíðarleikarunum, og hava partarnir tí í fyrstu syftu longt samstarvið til og við 2023.
- Felagið fegnast um avtaluna og ynskir Børga til lukku og bestu eydnu í kongabláu troyggjuni komandi árini.