AVSPÆL
06. nov 2021
Rói Clementsen

Ungdómsleikari heldur fram í KÍ

Hann var nógv darvaður av skaðum í 2019 og 2020, men er í ár skrásettur í 14 dystum í 1. deild og 9 dystum í bestu mansdeildini.

Hann hevur eisini umboðað Føroyar á U17 og U19 landsliðunum. Er ein vinstrabeintur fjølbroyttur leikari, sum bæði kann spæla á vinstra-vongbakki og á miðvøllinum.

- KÍ-venjarin, Mikkjal K. Thomassen hevur vónir um, at 20 ára gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen framhaldandi mennir seg og næstu árini verður ein týðandi leikari á besta mansliðnum.

Óli hevur í dag skrivað undir tvey ára sáttmála, sum vit í felagnum stórliga fegnast um.