AVSPÆL
28. okt 2021
Rói Clementsen

Steypahandan í frástøðu

Tá Víkingur og KÍ hava spælt dystin í Sarpugerði leygardagin, verður steypahandan, men av tí at Covid-19 smittuvandin er so stórur, verða áskoðarar bidnir um at vera verandi á áskoðaraplássunum undir steypahandanini.

Leygardagin spælir KÍ sín síðsta dyst í Betrideildini hjá monnum, tá Víkingur tekur í móti KÍ í Sarpugerði. Áskoðarar eru vælkomnir til dystin, men verða bidnir um at halda seg uttan fyri girðingarnar – eisini eftir dystin, tá steyp og heiðursmerki skulu handast.

Fleiri landsdystir eru á skránni í næstum, og tí hava feløgini og FSF í felag gjørt av at verja spælararnar móti økta Covid-19 smittuvandanum, sum er í hesum døgum.

- Vit vóna sjálvandi, at fótbóltsdysturin verður sum ein og hvør annar dystur við nógvum áskoðarum og góðum hýri kring vøllin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Hann undirstrikar tó týdningin av, at øll kring vøllin virða avgerðina um, at áskoðararnir á hesum sinni mugu hyggja at steypahandanini frá áskoðaraplássunum.

Dysturin móti Víkingi leygardagin byrjar kl. 14.00.