AVSPÆL
25. okt 2021
Nevndin

Støða verður tikin til ársveitsluna mikudagin

Bæði menn og kvinnur hjá KÍ eru føroyameistarar 2021, og tað skal eftir ætlan hátíðarhaldast við eini rimmar veitslu leygarkvøldið 30. oktober.

Tó so tekur leiðslan í felagnum íkomnu støðuna við Covid-19 útbrotinum í álvara og ynskir at halda øll tilmæli frá landsins myndugleikum.

Nevndin fer at viðgera málið og boðar mikudagin 27. oktober frá her á heimasíðuni, um veitslan verður hildin leygarkvøldið.