AVSPÆL
20. okt 2021
Súni Clementsen

Føroyameistarar á Tórsvølli!

Mikukvøldið kl. 19.00, er føroyski klassikarin á skránni. Arvafíggindarnir, HB og KÍ, bresta saman í flottu umstøðunum á Tórsvølli.

Ongin ivi er um, at hetta eru tvær væl smurdar maskinur, sum møtast. HB hevur vunnu seinastu 7 dystirnir og nýklaktu føroyameistarirnir úr Klaksvík hava vunnu seinastu 9 dystirnir.

KÍ hava framvegis fyrsta ósigur tilgóðar í Betri Deildini, og er hetta heilt vist nakað HB ætlar at broyta uppá.

Veðrið verður ikki av tí besta, men á Tórsvølli sita vit undir tak.
Eisini verður møguligt hjá fjepparum at ogna sær nýggju FM T-Shirts og hettutroyggjur í sølubásinum inni í skýlinum.

Vit vóna at síggja nógvar KÍ fjepparar til eitt brak av einum toppdysti, sum verður bríksla í gongd kl. 19.00.

Góðan dyst øll somul!