AVSPÆL
19. okt 2021
Rói Clementsen

Sera stórur áhugi fyri gullveitsluni

Lagt er upp til eitt brak av eini ársveitslu, nú bæði kvinnurnar og menninir hjá KÍ hava vunnið Betrideildina. Fyrireikingarnar til ársins gullveitslu eru í hæddini, og atgongumerkjasølan gongur væl

Nú er tað endaliga staðfest, at KÍ hevur vunnið Betrideildina hjá bæði kvinnum og monnum. Samstundis eru fyrireikingarnar til ársveitsluna í Badmintonhøllini 30. oktober í hæddini, og áhugin fyri veitsluni hevur ongantíð verið so stórur.

Meira enn 600 atgongumerki eru seld, men enn ber til at ogna sær pláss. Fyrireikararnir boða frá, at í mesta lagi 800 atgongumerki verða seld, so um tú vilt vera við í ársins veitslu, ræður um at keypa atgongumerki skjótt.

Tróndur Arge, ítróttajournalistur, sum vit kenna best frá FM1 og blaðnum, Ellivu, fer at stýra borðhaldinum, og Árni Müller og hansara Gepetto borðreiða við leskiligari matskrá. Umframt góðan mat fáa gestirnir gott undirhald frá millum annað gestarøðara, og eisini skulu ársins leikarar hjá kvinnum og monnum heiðrast. Til dansin eftir borðhaldið spælir bólkurin, Fourmenn, eins og DJ-Cool eisini ger sítt fyri at seta lív í dansigólvið.

Atgongumerki fyri 445 krónur fáast á heimasíðuni, www.atgongumerki.fo. Freistin at keypa er 27. oktober.

Blátt er gott.