AVSPÆL
19. okt 2021
Rói Clementsen

FM blusur í KÍ handlinum

KÍ er føroyameistari 2021, og nú er møguligt at ogna sær ymiskar FM vørur.

Fyri at feira FM hjá monnum og kvinnum í ár hava vit gjørt eina T-shirt og eina hettutroyggju við FM prenti.

KÍ menn hava tríggjar dystir eftir enn, og tískil hevði verið stuttligt at sæð so mong viðhaldsfólk sum gjørligt í hesum flottu FM klæðunum til dyst. Fyrsti dysturin er ímóti HB í Gundadali mikudagin 20. oktober kl. 19.

Bæði T-shirt og hettutroyggjur eru egnaðar til kvinnur og menn. Tær fáast eisini í øllum støddum.

Keyp á nehandlinum HER.